Í samband við at Svenning av Lofti hátíðarheldur 40 ár sum ferðaleiðari í Ísrael verður Føroyskt- Ísraelskt fagnaðarkvøld í Norðurlandahúsinum
Ísraelsk-yemenittiski fólkatónleikabólkurin Gulaza spælur og syngur um viðurskiftini hjá kvinnum í Yemen gjøgnum tíðirnar - eitt mentannarligt innlit í tey kor, sum kvinnur har umleiðir liva undir.
www.gulaza.com
Eisini luttaka Marner av Lofti við tónleiki og sangi, Heine Lützen og sangkórið í Ebenezer við hebraiskum sangum.
Atgongumerkið kann keypast í forsølu á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo