Páskaferð í apríl 2023

frá 6. -16. apríl 2023

Kom við til Ísrael á páskum 2023!

Vit gera ein túr á páskum til Ísrael í apríl 2023

Kend pláss sum vit vitja eru m.a. Golgata, Oljufjallið, Via Dolorosa, Getsemane, Grátmúrin og Holocaustsavnið Yad Vashem.

Vit ferðast norður til Gallilea, sigla á Genesaretsvatninum, koyra niðan á Golanheyggjarnar, har vit skoða inn yvir Syria, vit vitja Nazaret og Kapernaum.

Eisini uppliva vit Masada og svimja í Deyðahavinum.

Gist verður á 4 stjørnu hotellum.

Vit flúgva úr Føroyum við Atlantic um morgunin og lenda í Tel Aviv sama dag, via Keypmannahavn.

Á heimferðini fara vit á middegi úr Tel Aviv og lenda í Føroyum um tíðlja um kvøldið, via Keypmannahavn.

Við í prísinum er:

- Flogferðir við Atlantic og Norwegian, vit flúgva beinleiðis úr Keypmannahavn til Ben Gurion flogvøllin í Tel Aviv.

- Gisting á 4 stjørnu hotellum í Ísrael, v/ morgunmati og døgurða um kvøldi

- Góður bussur við aircondition og WIFI

- Framúr ferðaleiðarin Joen Lindqvist, svenskur jødi sum hevur búð mesta partin av sínum lívið í Ísrael

- Atgongumerkir til øll plássini vit vitja

- Borðfæ (drykkjupeningur) til guide, bussførara, hotel o.o.

Ikki við í prísinum er:

- Einakamar

- Trygging, vinaliga tosið við tygara tryggingafelag

Ferðaleiðari er Svenning av Lofti
Info og tekning: Tel.: +298 219141 / +298 212045 ella skriva til: lofti@lofti.fo

Sí fleiri túrar niðanfyri