TÍÐINDI

Posta út tann:
23
Feb
2022

Eftir 1. mars sleppa øll aftur at ferðast til Ísrael, óansæð um tey eru koppsett fyri koronu ella ikki.

Tað upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum, Naftali Bennett.
Hóast koppseting ikki longur verður ein forðing, verður framvegis kravt, at øll lata seg PCR-kanna áðrenn fráferð og aftur við komu.

Ísrael lat landamørkini aftur í mars 2020, og síðani hevur landið spakuliga latið uppaftur, og er talið á ferðafólkum eisini økt hareftir.

Í januar ferðaðust 46.000 ferðafólk til Ísrael. Í januar 2021 var talið bert 7.800, og hóast ferðafólkatalið er økt munandi síðani, er tað framvegis langt frá teimum 330.000, sum vitjaðu í januar 2020.

Naftali Bennett sigur, sambært Reuters, at tíðin er komin at lata upp aftur, men at tey framvegis fara at halda eyga við støðuni, og fara tey at reagera skjótt, um eitt nýtt koronufrábrigdi byrjar at gera um seg.

PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Fýra spennandi ferðir til Ísrael
Les meira
Ongar koppsetingar fyri at fara til Ísrael
Les meira
Biður ísraelar koma heim úr Ukraina
Les meira
Kvinnuferð til Íslands
Les meira
Jólaferðin til Ísrael 2019
Les meira
Maigun í "Local.fo"
Les meira
Jógvan Zachariassen í Financial Times
Les meira
Jerusalem Marathon 2020
Les meira
Enn er pláss eftir til damutúrin!
Les meira
Í Vikublaðnum Jan. 2019
Les meira