TÍÐINDI

Posta út tann:
15
Jan
2017

Føroyingar á altjóða stevnu í Jerusalem

Hvørt ár verður skipað fyri altjóða stevnu í Ísrael, har dentur verður lagdur á at kunngera profetiska orðið um Ísrael og jødarnar. Arbeiði hjá jødum, ið játtað Jesus Kristus, sum teirra Messias.

Arbeiði hjá jødum, ið játtað Jesus Kristus, sum teirra Messias, frelsara, verður tikið fram og umrøtt, somuleiðis dagsins støða í Ísrael, nú Ísrael enn einaferð er lagt undir trýst av Trygdarráði Sameindu Tjóða.

Umframt mangt ymiskt eru bønar- og lovsongsløtur á sjálvari stevnuni og í jødisku samkomuni ”Kings of Kings” í Jaffagøtuni í Jerusalem.

Jødar, ið trúgva á Jesus Kristus verða nevndir messianskir jødar. Góða samarbeiðið millum messianskar jødar og arabarar, ið trúgva á Jesus, verður umrøtt av jødum og arabarum sjálvum.

Í fjør vóru tveir føroyingar á stevnuni, men í ár verða fimm føroyingar við til stevnuna í Jerusalem, sum varir út ímóti einari viku. Føroyingarnir verða í Ísrael dagarnar 20-27 januar.

Henda stevnan er í januar á hvørjum ári. Í heyst fara vit at kunngera stevnuna, sum verður í januar 2018 og fara vit at geva møguleika fyri at tekna seg til stevnuna. Vónandi verða vit enn fleiri føroyingar við til stevnuna, tá ið hon verður næsta ár. Í hesum føri kunnu vit siga, sum jødarnir í útlegd hava sagt higar til dags:  Næsta ár í Jerusalem.

PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Fýra spennandi ferðir til Ísrael
Les meira
Ongar koppsetingar fyri at fara til Ísrael
Les meira
Biður ísraelar koma heim úr Ukraina
Les meira
Kvinnuferð til Íslands
Les meira
Jólaferðin til Ísrael 2019
Les meira
Maigun í "Local.fo"
Les meira
Jógvan Zachariassen í Financial Times
Les meira
Jerusalem Marathon 2020
Les meira
Enn er pláss eftir til damutúrin!
Les meira
Í Vikublaðnum Jan. 2019
Les meira