TÍÐINDI

Posta út tann:
9
Mar
2017

Jerusalem – sameindi høvuðsstaður Ísraels  - 50 ár í juni

Í blaðstubba fyrst í januar mánaði sipaði eg til eina grein á forsíðuni í danska “Politiken”.  Greinin stóð í blaðnum seinast í desember 2016. Hon var eitt álop á Ísrael. Hetta var í samband við at nýggi forsetin í USA hevði sagt, at hann ætlaði at flyta amerikonsku sendistovuna í Tel Aviv niðan til Jerusalem.

Fyrst í 1980-árunum tók ísraelska stjórnin avgerð um, at gera Jerusalem til høvuðsstað Ísraels. Áður var Tel Aviv høvuðsstaður. Tel Aviv hevði verið høvuðsstaður síðani hin minniliga 14. mai 1948, tá ið Dávid Ben Gurion lýsti Ísrael sum sjálvstøðugt ríki. Eftir at Ísrael hevði lýst Jerusalem til høvuðsstað, tordu flestu lond ikki at flyta sendistovur teirra úr Tel Aviv og niðan til Jerusalem. Hetta var av ótta fyri arabisku oljulondunum.

Í hesum sambandi var tað, at nøkur kristin tóku seg saman at stovna eina kristna sendistovu í Jerusalem. Hendan sendistovan ber enska heitið ”International Christian Embassy Jerusalem”, stytt til ICEJ.

Í løtuni arbeiða nøkur av okkum við at stovna ein føroyska deild av altjóða kristnu sendistovuni í Jerusalem. Endamálið við at stovna eina kristna sendistovu í Jerusalem, var at vísa kristnan stuðul til sjálvsøgdu rættindi Ísraels at avgera sín egna høvuðsstað. Síðani hevur Jerusalem verið høvuðsstaður Ísraels. Tað, at onnur lond í heiminum skulu siga Ísrael, at Jerusalem ikki skal vera høvuðsstaður teirra, er at gera seg inn á sjálvstøðuga rætt Ísraels.

Fyrst í juni í ár eru 50 ár liðin síðani gamli býarparturin av Jerusalem aftur kom á jødiskar hendur. Tað var tá ið kongaríkið Jordan, legði upp í seksdaga kríggið í juni 1967 fyri at hjálpa arabisku grannalondunum at taka alt Ísrael. Kongaríkið Jordan hevði tá havt Jerusalem í hondum í 19 ár, 1948-1967. Men Jordan, saman við Eyptalandi og Sýria, taptu kríggið. Ísrael tók Samaria, Judea og eystara býarpart Jerusalems við tempulplássinum og Grátimúrinum.

ST-felagsskapurin, sum í november 1947 lutaði Ísrael ein part av heilaga landinum, hevur seinastu mongu árini gjørt seg inn á Ísrael. ST-felagsskapurin hevur gjørt eina viðtøku fyri og aðra eftir, ið fordømir Ísrael, sum er einasta demokratiska landið í miðeystri. Eitt av hesum krøvum er, at Ísrael skal taka seg aftur til markið, ið var áðrenn 1967. Eitt órímiligt krav, sum Ísrael hvørki vil ella kann ganga við til. Orsøkin er, at hetta markið smalkar so nógv um Ísrael, at tað verður ómøguligt at verja landið.  Eitt annað krav frá felagsskapi Sameindu Tjóða er, at Ísrael skal ikki byggja nýggjar íbúðir í eystur-Jerusalem. Hetta hendir meðan Sameindu Tjóðir hava ilt við at savnað meiriluta fyri at fordøma fólkadráp í grannalandi Ísraels, Sýria. Har eru umleið hálv millión menniskju dripin. Ein sorgarleikur, ið er meginorsøkin til mikla flóttafólkastreymin inn í Europa seinastu árini.  

Svenning av Lofti

Niðanfyri eru nakrar myndir og ein video frá 50-ára hátíðarhaldinum í Ísrael!

PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Føroykst-Ísraelskt fagnaðarkvøld
Les meira
Jerusalem – 50 ár í juni 2017
Les meira
Føroyingar á stevnu í Jerusalem
Les meira
Loftiferðir í Vikublaðnum
Les meira